TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Lýsing
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Traðarlon á Boðanesheiminum, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.
Søkt verður eftir:
- einum heilsurøktara í fast starv á 0,8 brøk. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti
- einum heilsurøktara í farloyvistarv á brøk 1,0 frá 1.okt 2022 – 1.juni 2023. Arbeitt verður mest kvøldvaktir og triðja hvørt vikuskiftið
- einum heilsuhjálpara til fast starv á brøk 0,7. Møguleiki fyri hægri og lægri brøki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=143623