Lýsing
Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan í Sandoyar Sýsla er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu.
Søkt verður eftir:
- Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,7 frá 1. novembur 2022.
- Tveimum heilsuhjálparum á starvsbrøki 0,7 frá 1. oktobur 2022.
- Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,75 frá 1. desembur 2022
Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi vaktir á 6-8 tímum og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri lægri brøki.
Førleikar
- Prógv sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
- Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
- Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
- Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
- Koyrikort
Vit bjóða:
- ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
- góða innleiðslu
- dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
- møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya. Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðara, telefon 793601 ella á teldupost ot@ot.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot@ot.fo. Umsóknarfreist er 14. september 2022.