Lýsing
Á Heiminum við Vallalíð sóknast vit eftir sjúkrarøktarfrøðingi til okkara hóp.
Vit leita eftir tær, sum hevur hug til og trívist við at arbeiða við røkt og umsorgan til menniskju, ið líða av demenssjúkum. Ert tú áhittin, og heldur at tað er spennandi og virðismikið at skapa eitt heim, ið viðvirkar til, at tey ið búgva her hava ein góðan gerandisdag? So eigur tú at umhugsa, at søkja starvið á Heiminum við Vallalíð.
Heimið við Vallalíð er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Her búgva 16 fólk, ið stríðast við demenssjúkur av ymiskum slag. Arbeiðsuppgávurnar eru røkt, umsorgan og viðgerð, og saman við starvsfeløgunum at skipa ein dagligdag sum skapar innihald og stimbra sansirnir hjá búfólkunum.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema