Lýsing
Vit leita eftir einum royndum og ágrýtnum teknikara til okkara toymi, sum bæði arbeiðir í Føroyum og uttanlands
Arbeiðsuppgávur:
- Uppsetan og viðlíkahald av netverkum og fiburtænastum og installation av antennu, parabol og TV-anleggum.
- Greina feilir og veita support
- Samskifti við kundar og samstarvsfelagar
- Gera dokumentatión.
- Ráðgeva kundar um tekniskar loysnir
Førleikar
- Hevur eina tekniska útbúgving ella royndir innan elektronikk, edv (IT) antennu/satelit, fibernet og/ella netverk
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Skilur tekniskar tekningar og kanst loysa praktiskar avbjóðingar innan øki.
- Málkunnleiki: Tosa og skriva føroyskt og/ella donsk og enskt.
Persónligir eginleikar
- Ert tænastusinnaður, fleksibel og álítandi
- Kundavinarligur og møtir fólki við professionellum framferðarhátti.
- Nærlagdur, skipaður og málrættaður
- Átaka sær arbeiðsuppgávur uttanlands í styttri tíðarskeið, - bæði einsamallur og sum toymi.
Vit bjóða
- Ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag
- Góðar møguleikar at menna teg fakliga og luttaka í spennandi verkætlanum.
- Løn sambært avtalu.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Opus í hendi í seinasta lagi 15. desember 2025. Umsókninin skal sendast til ses@opus.fo.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Svend Erik Saxov, stjóra á telefon 221525 ella á teldupost ses@opus.fo.
Um Opus
Opus virkar sum leiðandi veitari av fibernet, satelitt‑ og antennuloysnum og netverki til privat og vinnu, bæði á landi og á sjónum. Fyritøkan veksur, og tí er brúk fyri dugnaligum teknikara at byrja skjótast til ber. Meira fæst at vita á opus.fo.