LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
8. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir einum læknaskrivara til Urologiska ambulatorium. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 1,0 til setan 01.11.2022 ella eftir avtalu.

Skrivararnir í Urologiska ambulatorium húsast á Skurðambulatorium B3, sum virkar undir Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Tað starvast tveir skrivarar í urologiini.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Samskifti við sjúklingar og onnur
  • Avgreiðsla av teldupostum, bóka tíðir og annað
  • Skriva journalir
  • Tætt samstarv við hinar fakbólkarnar á deildini

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Mirsk, Outlook og Word.

Førleikar

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Skipað/ur og hevur gott yvirlit
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
  • Hevur góðan málsligan førleika
  • Hevur góðan telduførleika
  • Royndir innan økið er ein fyrimunur

Vit kunnu bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Heidi Vatnsdal, ábyrgdarhavandi hjá læknaskrivarnum, á tlf. 262545, ella Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 234523 ella t-post: elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 20.09.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara, www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

9. marts 2026
Sølufólk til Posta   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið