Sandoyar meginskúli
Útgivið
4. december 2025
Útgongur
17. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

- frá 04.01.2026 – 18.06.26.

Eitt tíðaravmarkað starv, sum námsfrøðiligur stuðul 18 klokkutímar um vikuna (lønarbrot 0,4) til næmingar við serligum tørvi.

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
  • hevur góðar relatiónsførleikar, er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
  • vil vera við til áhaldandi at menna teg sjálva/an og skúlan
  • vil fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin
  • er stundislig/ur og nærløgd/lagdur
  • er eldhugað/ur at arbeiða við næmingum úr 6. - 9. flokki

Førleikakrøv
Okkum tørvar námsfrøðiligan stuðul, ið kann átaka sær at menna og búgva næmingar. Starvið inniber at stuðla næmingum, so teir kunnu luttaka í floksundirvísingini umframt at skipa virksemi í Stillustovu saman við hinum námsfrøðinginum.

Lønar- og setanartreytir
Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 16. desember 2025 kl. 12.00. Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Jacqueline Benzon, skúlastjóra á tlf. 216038 ella at senda t-post til meginskulin@skulin.fo

Væntandi verða setanarsamrøður 17. desember.

Sandoyar Meginskúli hevur 60 næmingar úr 6. til 9. flokk. Í skúlanum arbeiða 19 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, húsavørðir, reingerðarfólk og heilsufrøðingur.

Líknandi størv

9. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið