Tvøroyrar Kommuna
Útgivið
4. december 2025
Útgongur
19. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Bókhaldari til Tvøroyrar kommunu

Hava tøl og bókhald tín áhuga? So ert tú kanska júst tann, vit leita eftir.
Tvøroyrar kommuna søkir eftir bókhaldara ella skrivstovufólkið til bókhaldið hjá kommununi. Talan er um fulltíðarstarv.

Starvsøkið
Tú verður partur av bókhaldinum hjá Tvøroyrar kommunu, sum er ein týðandi partur av tí dagliga virkseminum og fíggjarstýringini hjá kommununi. Arbeiðið fevnir m.a. um:

  • røkt av kreditorum og debitorum
  • bókhald og fakturering
  • lønarbókhald og lønarflytingar
  • inngjøld og avstemming av bankakontum
  • skjalhald og viðkomandi skrásetingar
  • samskifti við veitarar, starvsfólk og borgarar
  • aðrar skrivstovu- og avgreiðsluuppgávur eftir tørvi

Tú fært ein sjálvstøðugan og fjølbroyttan arbeiðsdag og góða upplæring í teimum skipanum og mannagongdum, sum Tvøroyrar kommuna nýtir.

Førleikakrøv
Vit vænta m.a., at tú:

  • hevur skrivstovu- ella aðra viðkomandi útbúgving við kunnleika til bókhald
    – ella royndir, ið kunnu javnsetast við útbúgving
  • hevur góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði
  • dugir at arbeiða við teldu og kanst avgreiða skrivstovu- og málsviðgerðaruppgávur
  • hevur góðan KT-førleika og fært sett teg inn í nýggjar skipanir

Fyrimunur, hóast ikki krav, er um tú hevur royndir frá fyrisiting og/ella:

  • bókhaldsskipanini Microsoft Dynamics NAV
  • lønarskipanini Løttløn
  • málsviðgerðarskipanini Public 360°
  • Microsoft Office 365 (serliga Excel og Outlook)

Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur góð samstarvsevni og trívist í toymisarbeiði
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • hevur gott yvirlit og ert nærløgd/-ur og væl skipað/-ur
  • ert fyrikomandi og tænastusinnað/-ur í samskifti við borgarar, starvsfólk og veitarar
  • dugir væl føroyskt í skrift og talu, og megnar at samskifta á donskum og enskum

Setanar- og lønartreytir
Starvið er fulltíðarstarv, 39 tímar pr. viku, og verður lønt og sett sambært sáttmála millum

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Skrivstovustarvið er partur av bókhaldinum hjá Tvøroyrar kommunu, við tilvísing til fíggjarleiðaran, sambært starvsfólkaskipanini hjá Tvøroyrar kommunu.

Starvið verður at seta 1. januar 2026 ella eftir nærri avtalu.

Nærri fæst at vita
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at frætta nærri um starvið, eru vælkomnir at venda sær til:

Amy Bech, fíggjarleiðara
Telefon: 226013
Teldupostur: amy@tvoroyri.fo

Umsókn
Send okkum umsókn saman við:

  • avritum av prógvum
  • lívsrensli (CV)
  • møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir

Revsiváttan kann verða umbiðin til møguliga setanarsamrøðu.

Allar umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. desember 2025, kl. 12.00.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og tínar dátur verða strikaðar eftir setanartilgongdina, tá vit hava funnið rætta viðkomandi til starvið.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og – um neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Um Tvøroyrar kommunu
Tvøroyrar kommuna fevnir um bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvág, Ørðavíkslíð og Ørðavík, og búgva tað umleið 1.730 fólk í kommununi. Tvøroyrar kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu: www.tvk.fo.

 

Líknandi størv

Starv sum bókhaldari á Havstovuni   Faroe Islands nýtt
26. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið