Tórshavnar kommuna
Lýsing
Vilt tú verða partur av einum fantastiskum starvsfólkahópi og hava ávirkan á námsfrøðiliga virksemi í gerandisdegnum? So er tað júst tær, vit leita eftir!
Vit søkja eftir:
einum starvsfólki til vøggustovu 35 tímar um vikuna at byrja 5. januar 2026 ella eftir nærri avtalu
einum starvsfólki til barnagarð 25 tímar um vikuna at byrja 2. februar 2026 ella eftir nærri avtalu
Um ongin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Um tú ynskir at royna teg sum avloysara hjá okkum, ert tú vælkomin at venda tær til stovnsleiðaran.