Lýsing
Psykiatriska deplinum tørvar ein læknaskrivara at byrja 01.11.2022 ella eftir avtalu. Talan er um eitt fast starv á brøki 1,0 við møguleika fyri lægri starvsbrøki.
Virksemið á Psykiatriska deplinum fevnir bæði um ambulantar eindir og seingjardeildir. Arbeitt verður við útgreining og viðgerð. Starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum arbeiða í tøttum samstarvi. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum “recovery og rehabilitering” í huga. Vit arbeiða alla tíðina við betran av okkara tænastum og nýta háttalagið Quality Improvement (QI).
Sum læknaskrivari ert tú við til at samkipa sjúklingagongdirnar og eru arbeiðsuppgávurnar millum annað innkalling, planlegging, fyrisiting av kalendarum, skriva journal, avgreiða ávísingar, bíleggja blóðroyndir, samskifta við aðrar myndugleikar, innheinta upplýsingar, skráseting, senda umsóknir um heilivágstilskot, avgreiða kautiónir, telefonavgreiðsla og endurnýggjan av reseptum.
Førleikar
- Útbúgving sum læknaskrivari.
- Fleksibul og megnar interprofessionelt samstarv.
- Góð samstarvsevnir, tænastusinnað/ur og tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur.
Vit kunnu bjóða
- Góða innleiðslu og upplæring á deplinum.
- Tú verður partur av einum skrivaratoymi við læknaskrivarum, heilsuskrivara og skrivstovufólki.
- Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning við góðum starvsfeløgum.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Lailu Jacobsen á tlf. 304500 – lokal 4109 ella t-post laija@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 25.09.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.