Lýsing
Søkt verður eftir arbeiðsfólki/handverkara til Nes kommunu at byrja í november 2022, ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur:
Saman við tekniska toyminum taka sær av dagliga viðlíkahaldinum av vatn- og kloakkleiðingum, vegum, gongubreytum og øðrum fyrifallandi uppgávum. Eftir nærri avtalu arbeiða á Endurnýtsluvirkinum eins og hava ábyrgdina av at flagga á kommunalu stovnunum.
Starvsfólki hevur tilvísing til arbeiðsformannin í tekniska toyminum.
Vit ynskja ein starvsfelag, sum er:
- Álítandi, stundisligur, nærlagdur og samstarvsinnaður
- Setur arbeiðssemi og røkisskap í hásæti
- Hevur góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði
- Hevur koyrikoyrt til vanligan bil
- Hevur royndir/førleikar at koyra smærri arbeiðsmaskinur, tó ikki ein treyt
- Av og á tolir skiftandi arbeiðstíðir
- Dugir væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar
Setanarviðurskifti:
Umframt 40t/viku verður nærri avtala gjørd um eykaarbeiði á Endurnýtsluvirkinum, flagging v. m.
Størvini eru tímalønt. Lønin og setanarviðurskiftini verða ásett sambært sáttmála við Føroya Handaverkarafelag/Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag
Umsókn við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli skal sendast til
Nes kommunu
Toftavegur 3
650 Toftir
ella við telduposti nes@nes.fo
Umsóknirnar skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. september 2022. Um ov fáar umsóknir koma inn, tilskilar Nes kommuna sær rætt til at lýsa størvini av nýggjum.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Aksel Højgaard, leiðara á Teknisku deild, tlf. 565001 ella Jan Petersen, arbeiðsformann, á tlf. 565002.