Atlantic Airways
Útgivið
11. december 2025
Útgongur
1. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært

Lýsing

Vilt tú vera við til at góðskutryggja føroyska flogvinnu? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Atlantic Airways søkir eftir einum fyrikomandi og ábyrgdarfullum starvsfólki til okkara góðskudeild.

Um starvið
Sum partur av okkara toymi sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi í framtakshugaðari fyritøku. Tú verður partur av einum toymi, sum tekur sær av innaneftirlitinum hjá felagnum.

Uppgávurnar verða m.a. at:

  • Brúka og viðlíkahalda forrit og skipanir, sum góðskudeildin brúkar
  • Svara fyrispurningum, sum koma inn á deildina
  • Hava yvirlit yvir ymsar freistir
  • Arbeiða saman við leiðara at dagføra og góðskutryggja mannagongdir
  • Stuðla deildini í arbeiðinum við lógarverki
  • Vera við, tá ið deildin skal undirvísa øðrum starvsfólkum í góðskuskipanum
  • Rættlesing av ymiskum skjølum, oftast á enskum

Afturat hesum eru eisini aðrar fyrifallandi uppgávur. Tú arbeiðir tætt saman við tínum leiðara og syrgt verður fyri, at tú fært neyðuga frálæru.

Vit vænta, at tú...

  • Hevur hug at arbeiða við lógarverki og at fáa gott innlit í hetta
  • Arbeiðir skipað, ert røkin og hevur yvirlit
  • Dámar at viðgera uppgávur nágreiniliga
  • Dugir væl at seta seg inn í nýggj forrit og at arbeiða í forritum
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum

Afturat hesum er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv).

Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú verður partur av eini framsøknari deild við dugnaligum starvsfeløgum, sum við eldhuga greiða sítt arbeiði úr hondum.

Starvsstaður o.a.
Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara á Vága Floghavn. Talan er um fulltíðarstarv við setan skjótast tilber. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn
Send tína umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og møguligum viðmælum við at trýsta á “SØK STARVIД. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. januar 2026. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt, tær koma inn. Vit eru klár at taka ímóti tínari umsókn og gleða okkum at hoyra frá tær.

Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Randi Reinert, góðskuleiðara, tel. 213 758, t-postur randi@atlantic.fo, ella Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur: heidig@atlantic.fo.

Linket til ansøgningsskemaet er

Linket til annoncen til vores hjemmeside er

Líknandi størv

12. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið