VERT
Útgivið
11. december 2025
Útgongur
4. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært

Lýsing

Droymir tú um eitt fjølbroytt starv innan ferðavinnu, har tú skapar upplivingar, sum gestir minnast, og har tú sleppur at seta tín egna dám á arbeiðið? Vit sóknast eftir starvsfólki til vaktir seinnapartar, kvøld og vikuskiftir við møguleika fyri spennandi uppgávum.

Um starvið
Vert umsitur yvir 200 summarhús og íbúðir kring alt landið. Okkara gestir ferðast higar úr øllum heiminum, og alt Føroyar er okkara gistingarhús.

Tú kemur at starvast í einum altjóða umhvørvi, og hetta er ein gyltur møguleiki at menna tínar førleikar innan ferðavinnu og kundatænastu, og tú fært virðismiklar royndir innan fyrisiting, marknaðarførslu og sølu.

Dagliga arbeiðið fevnir um samskifti við gestir, eigarar, reingerðingsfólk og húsavørðar, so vit tryggja eina góða uppliving fyri allar partar. Tú fært møguleika at verða við at gera innihald til okkara sosialu miðlar, og at royna teg innan uppsøkjandi sølu. Harumframt verður tú við at menna okkara arbeiðsgongdir, skráseta nýggjar ognir og gera vikuligar og mánaðarligar uppgerðir.

Arbeiðsumhvørvið er merkt av opinleika og hjálpsemi, og vit leggja stóran dent á samstarv, trivna og fakligan vøkstur.


Vit leita eftir tær, sum brennur fyri at skapa eina serstaka uppliving fyri tann einstaka. Tú fært gestir at smílast og eigarar at kenna seg tryggar.

Tú hevur eina smílandi rødd, sær tørvir og hevur eitt sjálvstøðugt og skipað arbeiðslag, so allar uppgávur verða avgreiddar við nærlagni og tryggleika.

Tú hevur góðar sosialar førleikar, megnar væl at samstarva og dugur væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum. Tú hevur koyrikort og ert klár/ur at fara út at hjálpa gestum.

Til tíðir kann arbeiðstrýstið vera høgt, og tú fert at sita við fleiri uppgávum samstundis. Tí er umráðandi, at tú hevur eitt róligt sinnalag, megnar at halda høvdið kalt undir trýsti og hugsar í loysnum.

Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt alt eftir tørvi og ynski. Arbeiðstíðirnar liggja serliga seinnapartar, kvøld og vikuskiftir. Arbeiðsstaðurin er á skrivstovu okkara á Hjalla 7B í Hoyvík.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn og freist
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum á rita@vert.fo.

Freistin at søkja starvið er 4. januar 2026.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ritu Heradóttir, leiðara fyri kundatænastu og fyrisiting, á tel. 725054 ella rita@vert.fo.

Um Vert
Vert umsitur yvir 200 summarhús og íbúðir kring Føroyar og tók ímóti áleið 17.000 gestum í 2025.

Vit eru ein leiðandi aktørur á summarhús- og gistingarmarknaðinum í Føroyum, við sterkum vakstrarprofili og spennandi framtíðarætlanum. Vit trúgva uppá opinleika í samstarvi, nýhugsandi loysnir og álítandi tænastu.

Líknandi størv

12. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið