Lýsing
Ert tú ein av okkara nýggu starvsfeløgum til nýggja køkin á Vesturstovu í Fuglafirði?
Fast starv
Nánd søkir eftir starvsfólki í miðal 30 tímar um vikuna, har 20 tímar liggja fast og restin eftir avtalu. Arbeitt verður mánadag til fríggjadag og annað ella triðja hvørt vikuskifti.
Avloysarar
Nánd søkir eisini tímaløntar avloysarar til køkin til dag- og vikuskiftisvaktir. Hevur tú hug at arbeiða nakrar tímar og royna teg sum køkshjálp, so send okkum endiliga eina umsókn.
Køksvirksemi
Nánd hevur fingið nýggjan stórkøk og køksvirksemið á teimum trimum sambýlunum er lagt saman í nýggja køkinum á Vesturstovu í Fuglafirði. Køkurin framleiðir flestu máltíðir til øll trý eldrasambýlini í økinum umframt til dagtilhaldið í Doktarahúsinum og heimabúgvandi borgarar. Køkurin hevur góðkenning sum lærupláss.
Arbeiðið fevnir um at keypa inn, gera matskrá, tilevna máltíðir til búfólk og heimabúgvandi borgarar, umframt at halda køkin. Mánadag til fríggjadag eru trý til fýra starvsfólk og í vikuskiftinum eru tvey starvsfólk í køkinum.
Vit vænta, at tú
- sært týdningin av at gera heilsugóðan, leskiligan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
- hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
- hevur ans fyri at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum
Umsøkjari við køksfakligari útbúgving so sum føðsluatstøðari, føðsluhjálpari, kokkur og/ella umsøkjari við royndum við stórmatgerð kann hava fyrimun.
Persónligir eginleikar
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Røkin og arbeiðssom/samur
- Tolir broytingar og til tíðir stórt arbeiðstrýst
Vit kunnu bjóða
- Eitt sjálvstøðugt starv
- Góða innleiðslu
- Møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík
Starvssetan og løn
Tann, sum sett/ur verður, tekur við starvinum tann 1. februar 2026 ella eftir avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála við Kost- og føðslufelagið ella avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Poulu Reinert-Petersen, leiðara á tlf. 730204 ella poula@eystur.fo
Umsóknir
Umsókn við prógvi, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. desember 2025. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: nand@eystur.fo
Um Nánd
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt, endurmenning og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á Nánd