Green Marine
Útgivið
10. december 2025
Útgongur
25. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Green Marine er ein kavara fyritøka ið veitir tænastur til vinnuna, kommunur og privatar kundar.

Vit søkja eftir einum dugnaligum mekanikara, til at umvæla amboð og útgerð.

Arbeiðsuppgávur:

  • Umvæla og viðlíkahalda útgerð
  • Rudda og halda skil á goymslu
  • Tú verður við til at tryggja at starvsfólk kunnu arbeiða effektivt, við at røkja og halda skil á amboðum, útgerð og goymslu.

Talan er um eitt partíðarstarv har starvstíðirnar ikki eru avgerðandi, men tað er týdningarmikið at viðkomandi loysir uppgávurnar, og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Koyrikort krevst.

Vit virðismeta lívsins skúla og royndir og vilja eisini bjóða pensionistum at søkja starvið.

Ynskir tú at verða ein partur av okkara toymi, er tú vælkomin at seta teg í samband við Høgna Kjeld á 770060 ella senda eina umsókn til hk@gmd.fo

Starvsstaður: Kambdalur Løn sambært avtalu

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið