Vónin
Útgivið
12. december 2025
Útgongur
31. december 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vónin samtakið søkir eftir einum fíggjarleiðara, sum skal standa á odda fyri fíggjarstýringini í eini altjóða fyritøku við høvuðssæti í Fuglafirði og virksemi í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Noregi og Litava. Virksemi í útlandinum verður rikið gjøgnum dótturfeløg í einstøku londunum.

Vónin er ein leiðandi veitari av útgerð til fiski- og alivinnuna og hevur í nógv ár verið ein virkin og nýskapandi aktørur á altjóða marknaðinum.

Um starvið
Sum fíggjarleiðari verður tú partur av leiðslutoyminum og hevur heildarábyrgd fyri fíggjarviðurskiftum í samtakinum. Tú fært ein lyklaleiklut at tryggja fíggjarliga styrki, gagnligar greiningar og at stuðla undir framtíðar menning og vøkstur.

Høvuðsuppgávur:

  • Daglig fíggjarstýring og rapportering fyri samtakið
  • Ábyrgd fyri fíggjarstýringsskipanini (Microsoft Business Central) og øðrum KT-loysnum
  • Rakstrarætlan og uppfylging av fíggjarligu gongdini
  • Ársroknskapir og samskifti við grannskoðarar, myndugleikar og fíggingarstovnar
  • Greiningar og ráðgeving til leiðsluna
  • Menning av fíggjarpolitikkum og innanhýsis mannagongdum
  • Fyrireiking av tilfarið til nevnd og eigarar
  • Luttøka í strategiskum verkætlanum og leiðslufundum

Vit vænta, at tú hevur:

  • Hægri útbúgving innan roknskap/fíggjarstýring (t.d. cand.merc.aud, HD í roknskapi ella líknandi)
  • Royndir innan roknskap og fíggjarstýring
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Neyðugar telduførleikar og royndir við ERP-skipanum
  • Góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt – í skrift og talu

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv í eini fyritøku, sum ger seg galdandi á altjóða marknaðinum
  • Góðar møguleikar fyri fakliga og persónliga menning
  • Ávirkan á strategiska kós og framtíðar vøkstur
  • Løn og setanartreytir sambært avtalu

Umsókn
Freistin at søkja starvið er 31. desember, og nýggi fíggjarleiðarin byrjar skjótast gjørligt.

Spurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Daniel H. Dam á tlf. 230 115 ella við at senda teldupost til dhd@vonin.com

Líknandi størv

12. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið