BAKKAFROST
Útgivið
15. september 2022
Útgongur
19. september 2022
Staður
Denmark
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir einum starvsfelaga til aliøkini í syðra parti av Sundalagnum (Undir Síðu, Kolbeinagjógv og Nes). Landstøðin er í Kollafirði.

Dámar tær at arbeiða úti í føroysku náttúruni, og ljóðar tað spennandi at røkta fisk og fylgja trivnaðinum frá útseting til tøku, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

Um okkum
Vit eru eitt stórt toymi við 11 alarum, sum spenna heilt frá novisum til yrkiskøn. Vit hava ymiskan aldur og skap og virðismeta gott samstarv. Vit geva hvønn dag okkara íkast til, at fiskurin trívist og taka fegin eitt eyka tak, tá á stendur.

Arbeiðsøki
Sum alarar eru okkara høvuðsuppgávur

  • at røkta og fóðra fiskin
  • at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur á alibrúkinum og á landstøðini
  • at samstarva við tænastuskip í samb. við útseting, avlúsing og tøku
  • at samstarva við uttanhýsis áhugapartar og veitarar
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú trívist í einum skjótt umskiftiligum umhvørvi, har tað altíð er nokk at taka fatt í. Sum persónur er tú sjálvstøðug/ur, tekur við ábyrgd og samstarvar væl í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum og hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav at hava royndir á sjónum og hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið. Um tú ikki hevur galdandi trygdarskeið, senda vit teg á skeið, tá tú byrjar.

Vit bjóða
Hjá okkum fært tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har eingin dagur er líka. Tú fært góða upplæring frá dugnaligum og lættsintum starvsfeløgum. Harumframt bjóða vit góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn er sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Hendrik í Køk, formann, t-post hejo@bakkafrost.com ella á tel. 23 52 95.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 19. september 2022.

Starvið verður sett eftir avtalu.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið