MOWI
Útgivið
15. september 2022
Útgongur
29. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dugir  at ala? Mowi søkir eftir royndum alara til Oyndarfjørð

Sum alari í Oyndarfirði gerst  partur av einum toymi av alarum,  tryggjar at alibrúkið til eina og hvørja tíð, er klárt at ala dygdargóðan laks. Tað hevur stóran týðning at fiskavælferðin altíð er í hásæti.

Uppgávur
Týðningarmesta uppgávan er at røkta laksin, og verða við frá útsetan til tøku. Endamáli er at tryggja góða fiskavælferð, og verður hettar gjørt við at halda alibrúk, tað eru ringar, nótir o.a. í so góðum standi sum gjørligt.

Førleikar
Sum starvsfelagið ert  røsk/raskur,  dugir at skipa dagliga arbeiði og dámar at samstarva í smærri toymum. Eisini ynskja vit at  leggur dent á at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi har  starvast. Vit vænta at  hevur royndir sum alari, hevur hegni til røkt og framleiðslu av laksi, so  hevur royndir við teimum amboðum, sum verða nýtt á einum aliøki, so sum bátar, kranar o.a. 

Starvið
Starvsstaðurin er í Oyndarfirði, og arbeiðstíðin er vanliga frá 8-16. Til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta  at  ert fleksibul viðvíkjandi arbeiðstíð.

Lønin verður ásett eftir avtalu.

Vilt  vita meira, so set teg í samband við Steffan Gaard, aliformannin, á telefon 791010 ella send ein teldupost til steffan.gaard@mowi.com.

Umsóknir skulu sendast til mowi.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 29. september.

Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum  ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið