Runavíkar Kommuna
Útgivið
19. december 2025
Útgongur
31. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • einum námsfrøðingi í 35 tímar um vikuna, at byrja 1. februar 2026 ella eftir nærri avtalu.
  • einum námsfrøðingi í 30 tímar um vikuna, at byrja 1. februar 2026 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Á Lítlafløtti fært tú eitt spennandi, mennandi og fjøllbroytt starv saman við góðum starvsfelagum. Sum námsfrøðilig tiltøk hava vit TRAS, Betri vinir og TÍTT.

Vit ynskja

  • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum.
  • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
  • at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
  • at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
  • at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi
  • at tú skilur og tosar føroyskt Vit bjóða
  • eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi
  • eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfelagum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi
  • eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sigrid Olsen, varaleiðara, á tlf. 232757 Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. desember 2026, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo Dagstovnurin Lítlifløttur Fløtuvegur 82 490 Strendur

Líknandi størv

19. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið