Lýsing
Vestmanna kommuna leitar eftir einum húsavørði. Talan er um eitt fjølbroytt starv, har tú fer at arbeiða saman við hinum dugnaligu húsavørðunum at røkja og hava umsjón við húsunum og ogninum hjá kommununi.
Talan er eitt nú um Vestmanna skúla, dagstovnarnar, ítróttarhøllina, ungdómshúsið o.a.
Førleikar
Húsavørðurin skal hava viðkomandi handverkaraútbúgving.
Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur.
Harafturat skal viðkomandi eisini kunna arbeiða sjálvstøðugt og kunna loysa trupulleikar tá á stendur.
Lønarviðurskiftir
Lønar- og setanarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum millum 7:00 og 23:00.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Juleif Durhuus, leiðandi húsavørð, á tlf. 770197.
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. januar, og skulu sendast til starv@vestmanna.fo
Vestmanna Kommunu
Bakkavegur 8
Postboks 91
355 Vestmanna
ella til vestmanna@vestmanna.fo