Vága Kommuna
Lýsing
Miðgarður søkir eftir námsfrøðingum til setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Harumframt søkja vit eisini eftir avloysarum at byrja beinanvegin.
Um teg
Vit leita eftir námsfrøðingum, sum:
- hava serligan áhuga fyri náttúruni og síggja møguleikar í at nýta náttúruna og nærveru í gerandisdegnum sum grundarlag fyri spæl, læring og relatiónir.
ynskja at vera við til at menna eitt tryggt og stimbrandi umhvørvi, har børn trívast, - kenna seg vird og fáa møguleika at mennast sosialt, kensluliga og námsfrøðiliga, í einum gerandisdegi merktum av vinsemi og felagsskapi.