Hiddenfjord
Útgivið
22. december 2025
Útgongur
16. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir starvsfólki til okkara góðskutoymi.

Hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í eini livandi og framsøknari alifyritøku, har tú verður við til at menna góðskuarbeiðið.

Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:

  • At verða ein týðandi partur av dagliga góðskuarbeiðinum, sum umfatar m.a. góðsku- og fráviksskipan
  • At fyrireika og vera við til skoðanir
  • At vera partur av viðkomandi menningararbeiði

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at umsøkjarin hevur hesar fakligu og persónligu eginleikarnar:

  • Hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í okkara skipanir
  • Dugir at arbeiða skipað og søkja loysnir.
  • Hevur góð evni til at loysa arbeiðsuppgávur, bæði í toymi og at arbeiða sjálvstøðugt
  • Trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
  • Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur

Fyrimunir eru, um tú hevur kunnleika til alivinnuna. Hettar er tó ikki ein treyt. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt innan fyrisiting.

Sum starvsfólk í góðskutoyminum vísir tú til rakstrarleiðaran. Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti vera sambært avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Olsen, rakstrarleiðara, á telefon 230415. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til starv@hiddenfjord.com. Umsóknarfreistin er 16. kanuar 2026. Umsóknin verður viðgjørd í trúnaði.

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 270 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.

Líknandi størv

Arbeiðsfólk til verklagsarbeiði   Faroe Islands nýtt
22. december 2025
22. december 2025
KT-supportari til IRF   Faroe Islands nýtt
22. december 2025
22. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið