KJ
Útgivið
23. december 2025
Útgongur
15. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

| at byrja skjótast gjørligt

KJ søkir eftir einum álítandi og arbeiðssomum køkshjálpara (m/k), sum kann átaka sær dagligau ábyrgdina av arbeiðinum í køkinum hjá KJ Klaksvík. Rætti umsøkjarin er hevur hugflog og royndir innan matgerð, er samstarvssinnaður og vil vera við til at tryggja eitt gott og reint arbeiðsumhvørvi. Talan er um eitt tímalønt starv á áleið 5 tímar um dagin. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:30 – 13:30.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrireiking og matgerð til máltíðir
  • Vaska køksútgerð og halda kantinuna reina
  • Borðreiðing í kantinuni ella øðrum hølum eftir tørvi
  • Ábyrgd av innkeypi, móttøku, goymslu og skipan av matvørum
  • Burturbeina burturkast á rættan hátt og skipa køksútgerðina í køkinum

Vit vænta av tær

  • Royndir við matgerð frá køki ella kantinu eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Evni at arbeiða í einum skjótum og virknum arbeiðsumhvørvi
  • Grundleggjandi vitan um reinføri og mattrygd
  • Góða likamlig orku og førleikar at standa og ganga nógv
  • Góð samstarvsevni og jaligan hugburður

Vit bjóða

  • Støðug arbeiðstíð
  • Gott og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
  • Upplæring á arbeiðsplássinum
  • Møguleika at fáa royndir innan køks- og kantinuarbeiði

Løn- og setanarviðurskiftir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Møguleiki er eisini at átaka sær vaskiarbeið á deildini í Klaksvík. Sí starvslýsing her!

Umsókn
Áhugaðir umsøkjarar kunnu senda umsókn, lívsrensl og møgulig viðmælir til starv@kj.fo ella brúka umsóknarfrymilin á heimasíðu okkara. Hevur tú spurningar um starvið kanst tú venda tær til Tummas Lervig, deildarleiðara í Klaksvík, á tel. 588829 ella senda teldupost til tule@kj.fo.

Umsóknarfreistin er 15. januar á miðnátt, og starvið verður sett so skjótt sum ein skikkaður umsøkjari verður funnin.

Søk starvið her.

Líknandi størv

UX Sniðgevi   Faroe Islands nýtt
29. december 2025
29. december 2025
TEST UX Sniðgevi   Faroe Islands nýtt
27. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið