Lýsing
Søkt verður eftir kantinufólki, at byrja 02. februar 2026 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um partstíðarstarv, gerandisdagar, áleið 25 tímar um vikuna.
Starvsøki
Lættari matgerð, innkeyp og daglig røkt av kantinu.
Vit leggja dent á at kantinufólki:
- dugir væl at samstarva og samskifta
- hevur ein jaligan hugburð mótvegis lesandi og starvsfeløgum
- strembar eftir at fáa bestu úrslitini
- áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan
Førleikakrøv
Tað er ein fyrimunur við viðkomandi útbúgving.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Arbeiðsstaðið er á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, men viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu simun@vh.fo ella á telefon 517220.
Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast til: starv@vh.fo. Viðmerk "Kantinufólk til Vinnuháskúlan” í yvirskriftina. Freistin at søkja starvið er 09. januar 2026.
Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.
Um Vinnuháskúlan
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar við bestu leiðsluførleikum, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla og trygdardepil. Føroyingar hava í øldir verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. Á skúlanum starvast uml. 40 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo