Lýsing
180-190 borgarar fáa tænastu frá Heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har umleið 40 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvið við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutum. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.
Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.
Søkt verður eftir:
Heilsuhjáparum / heilsurøktarum at arbeiða í vikuskiftum og sum tímaløntir avloysarir, bæði í dagvakt og kvøldvakt.
Førleikar
Útbúgving sum Heilsurøktari ella Heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.
Vit vænta, at tú:
- Hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika
- Hevur góð samstarvsevnir og megna at samstarva tvørfakliga
- Hevur hóskandi arbeiðsroyndir og ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði.
- Kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og leita tær hjálp, tá tørvur er á hesum
- Hevur góðan telduførleika og koyrikort
Vit bjóða
Góða innleiðslu, har tú at byrja við, verður saman við/upplærd av einum kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi.
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, saman við góðum starvsfelagum.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið / Heilsuhjálparafelag Føroya.
Meira fæst at vita:
Við at venda sær til Malan N. Samuelsen, deildarleiðari, telefon 79 31 10, t-post: malans@torshavn.fo
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn og CV skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. oktober 2022.