TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
28. september 2022
Útgongur
14. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

180-190 borgarar fáa tænastu frá Heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har umleið 40 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvið við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutum. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

Søkt verður eftir:
Einum heilsuhjálpara / heilsurøktara at arbeiða kvøldvakt á starvsbrøki 0,7. Arbeitt verður aðru hvørja viku í 7 dagar og aðru hvørja viki frí. Møguligt er eisini at arbeiða eyka vaktir, soleiðis at tú røkkur hægri starvsbrøki.

Førleikar
Útbúgving sum Heilsurøktari ella Heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika
  • Hevur góð samstarvsevnir og megna at samstarva tvørfakliga
  • Hevur hóskandi arbeiðsroyndir og ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði.
  • Kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og leita tær hjálp, tá tørvur er á hesum
  • Hevur góðan telduførleika og koyrikort

Vit bjóða:

Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu, og góðar starvsfelagar.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið/ Heilsuhjálparafelag Føroya.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita við at venda sær til Malan N. Samuelsen, virkandi deildarleiðari, telefon 79 31 10, teldupostur malans@torshavn.fo

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við góðkenning, prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 14. oktober 2022.

 

 

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið