Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
12. januar 2026
Útgongur
26. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, søkir eftir deildarleiðara í barnsburðarfarloyvistarv til Uppistovu í Norðoya Røktarheimi at byrja 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv.

Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir í leiðslu og innan eldra- og demensøkið kunnu vera fyrimunir.

Uppistova er karmur um 14 búpláss.

Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk, búfólk og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum.

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni https://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofilar og setanartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 26. januar 2026.

Líknandi størv

12. januar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið