Lýsing
Vit leita eftir tveimum lærlingum til Bygma Balslev!
Hevur tú hug at arbeiða í einum virki har tú fær ábyrgd frá fyrsta degi, og har tú fært veruligt innlit í sølu, innkeyp, vøruviðgerð og kundatænastu? So er hetta kanska akkurát nakað fyri teg!
Vit vænta nógv av okkara lærlingum – og vit lova eisini at geva nógv aftur. Tú verður ein týðiligur partur av okkara toymi og fært møguleikan at hava egi øki, sum tú sjálv/ur hevur ábyrgd av – við uppfylling, bílegging og útsjónd. Vit hjálpa tær sjálvandi væl í gongd.
Størvini eru eitt lærupláss í okkara Byggibúð og eitt í okkara Handverkarabúð.
Hvat leita vit eftir?
Vit leita eftir fólki sum:
Hava áhuga fyri sølu og vørum av okkara slag
- Eru forvitin og áhugað/ur at læra – tú skalt ikki vita alt frammanundan
- Tora at spyrja og geva sítt boð – eisini um vit gera okkurt, sum kundi verið betri
- Eru í góðum lag og vilja hava tað stuttligt á arbeiðsplássinum
- Eru liðug/ur við miðnám
Hvat fert tú at læra?
Nógv! Tú fert m.a. at læra um:
- Søluteknikk og kundasamskifti
- Byggitilfar av ymsum slag, amboð og annað praktiskt
- Goymslustýring, logistikk og innkeyp
- Marknaðarføring og framseting av vørum
Og tú skalt eisini nakrar ferðir á skúlabonk í Danmark – alt eftir hvussu útbúgvingin verður skipað. Samlaða lærutíðin er áleið 2 ár um tú hevur miðnámsútbúgving. Tú fært løn undir allari útbúgvingini. Lønin er góð og er eitt vet hægri enn lærusáttmálin hjá S&K annars hevur.
Starvsstaðurin er hjá Bygma Balslev í Hoyvík og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Hví søkja?
Tí tú fært eina útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum, arbeiðir saman við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum – og tí tú verður ein týdningarmikil partur av einum nútímans virki í vøkstri.
Um Bygma Balslev
Tað starvast 80 fólk hjá Bygma Balslev og vit hava deildir í Hoyvík og í Suðuroy. Bygma Balslev selur tilfar og amboð til nýbygging og umbygging. Í løtuni eru fýra lærlingar.
Hug at søkja?
Hevur tú spurningar um læruplássið í Byggibúðini; ring ella skriva til Birnu, leiðara í Byggibúðini á tlf. 34 50 46 ella bse@balslev.fo.
- Ynskir tú at søkja lærupláss í Byggibúðini - Send okkum eina stutta umsókn sum skjótast á bse@balslev.fo - vit seta gjarna rætta persónin beinaveg um tað skal vera.
Hevur tú spurningar um læruplássið í Handverkarabúðini, ring ella skriva til Hera, leiðara í Handverkarabúðini á tlf. 34 50 80 ella hn@balslev.fo.
- Ynskir tú at søkja lærupláss í Handverkarabúðini - Send okkum eina stutta umsókn sum skjótast á hn@balslev.fo - vit seta gjarna rætta persónin beinaveg um tað skal vera.
Freistin at søkja bæði størvini er 22. februar.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Bygma Balslev