P/F Smyril-Line
Útgivið
12. januar 2026
Útgongur
15. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Kom umborð á Norrönu og blív partur av einum toymi, har trivnaður og gott samanhald er í hásæti. Her arbeiða vit saman, hjálpast at og hava tað stuttligt, meðan vit skapa góðar upplivingar fyri okkara gestir.

Um starvið
Starvið sum reingerðarfólk fevnir um ymiskar reingerðaruppgávur, ið viðvirka til at halda skipið reint og snotiligt, umframt at taka ímóti gestum og fyrispurningum við einum smíli. Tú verður partur av okkara stóra og dugnaliga toymi, har vit taka væl ímóti tær.

Tín vangamynd

  • Tú ert smílandi og fyrikomandi.
  • Tú dugur at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • Tú samstarvar væl í toymi
  • Dugur at samskifta á enskum

Starvssetan- og treytir
Starvið er tíðaravmarkað frá juni 2026 til august 2026, við møguleika fyri at leingja setanina.
Tú siglir 1:1, sum merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.
Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 15. februar 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni HER.

Vilt tú vita meiri um starvið?
Dugnaligu leiðararnir í reingerðartoyminum, Joan Ólavsdóttir og Rudolfo Castro, vita meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. 344885 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis ahmanager@norrona.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið