Lýsing
Løn til fimtan túsund fólk og hálvafjórðu milliard í krónum. Tað avgreiða vit hvørt ár á Gjaldstovuni gjøgnum almennu lønarskipanina.
Nú leita vit eftir nærløgdum og fyrikomandi starvsfelaga at loysa hesa uppgávuna saman við okkum níggju, sum starvast á lønarskrivstovuni.
Almenna lønarskipanin
Lønarskrivstovan á Gjaldstovuni hevur ábyrgdina av almennu lønarskipanini, har lønirnar hjá øllum almennum stovnum verða avgreiddar.
Tað skal vera lætt og einfalt hjá stovnunum at avgreiða sínar lønir. Lønarøkið verður áhaldandi ment, og loysnirnar eru heildarloysnir, sum stuðla stovnunum í teirra lønar- og starvsfólkaumsiting. Tí menningini verður tú eisini partur av.
Arbeiðsuppgávurnar á Lønarskrivstovuni
Á lønarskrivstovuni skráseta, málsviðgera og avgreiða vit lønarumbønir, umframt at vit svara lønarfyrispurningum.
Tað verður gjørt umvegis hesar KT-skipanir:
- Lønargreiðsluna, har stovnarnir fráboða allar setanir, broytingar og útgjøld
- Vaktætlanarskipanina, har fleiri stovnar umsita starvsfólk, sum arbeiða í vaktum – serliga eru tað sjúkrahúsini, kommunalu eldrasamstørvini, Trivnaðartænastan og Strandfaraskip Landsins
- Skúlaforskipanina, har setanir, arbeiðsvirksemi og lønarumbønir hjá starvsfólkum í fólkaskúlanum verða umsitin
- Lønarkunningina, har stovnarnir finna alskyns hagtøl og upplýsingar um lønarútreiðslur og síni starvsfólk, býtt á millum annað tíðarskeið, sáttmálar, fastlønt, tímalønt, lønargongdir, kyn og aldur.
Um teg
Tú ert røkin, dugir at arbeiða skipað, ert forvitin og spyrt, tá ið tú ikki veitst. Tú sært týdningin í at hjúkla um smálutirnar, soleiðis at heildin verður fullfíggja.
Tú ert fyrikomandi og leggur dent á góða tænastu, tí nógv samskifti er við stovnarnar.
KT stuðlar øllum arbeiðinum á Lønarskrivstovuni. Tað má tí fella tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir.
Tað er fyrimunur, hevur tú skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving umframt viðkomandi royndir í at avgreiða lønir.
Setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og verður flokkað samsvarandi viðkomandi royndum og útbúgving. Arbeiðsstaðurin er Gjaldstovan í Albert Hall á Argjum.
Umsókn
Umsóknina og viðkomandi skjøl skalt tú senda til starv@gjaldstovan.fo og skriva ‘Starv á Lønarskrivstovuni’ sum evni.
Meira kunning um starvið fært tú við at venda tær til Paulu N. Thomassen á 582030 ella á paula@gjaldstovan.fo.
Umsóknarfreistin er 12. oktober í 2022 kl. 12.
Gjaldstovan er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Síðan hon varð stovnað í 1939, hevur hon verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum. Í dag eru høvuðsmálsøkini á Gjaldstovuni: Løn og Bókhald Landsins, KT Landsins, Keyp Landsins, KT Trygd og Talgildu Føroyar.
Vit eru á leið 70 starvsfólk og níggju teirra starvast á Lønarskrivstovuni. Vit húsast í Albert Hall á Argjum, har vit hava góðar arbeiðsumstøður og góða kantinu. Vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum.