Lýsing
Í kaffihúsinum miðja vit ímóti at bjóða vælsmakkandi og dygdargóðar køkur úr bestu rávørum.
Arbeiði fevnir í størsta mun um bakstur til cafeina og køkur út av húsinum.
Í hugnaliga kaffihúsinum er tú sostatt við til at skapa eina góða uppliving fyri gestirnar eins og starvið letur upp fyri góðum møguleikum fyri menning innan starvsøki.
Førleikakrøv:
- Útbúgvin sum konditari ella líknandi.
- Viðkomandi starvsroyndir er ein fyrimunur, tó ikki eitt krav
- Dámar væl at gera konditarabakstur við dygdargóðum rávørum.
- Hevur góð evni at samstarva og dámar at veita góða tænastu.
- Jaligan hugburð mótvegis starvsfelagum og gestum
Løn og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála á økinum. Starvssetan er skjóttast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv ella eftir avtalu
Umsóknarfreist:
Freistin at søkja starvið er 02.02.2026 Tú ert vælkomin at venda tær til Beintu á tlf 239898 ella umvegis kaffihusid@kaffihusid.fo