P/F Poul Michelsen
Útgivið
13. januar 2026
Útgongur
26. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

P/f Poul Michelsen søkir eftir einum dugnaligum innkeypara til Frukt og Grønt.

Vit leita eftir einum ábyrgdarfullum og sjálvstøðugum innkeypara við góðum samstarvsevnum og hollum kunnleika til matvørur – serliga innan frukt og grønt. Tú verður ein týðandi partur av okkara innkeypsdeild og kemur at arbeiða tætt saman við sølu- og goymslutoyminum.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur góðan kunnleika til matvørur, helst frukt og grønt
  • Hevur royndir við innkeypi, handli ella hevur flair fyri tølum
  • Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og miðvíst
  • Hevur góð samstarvsevni og trívist í einum arbeiðsumhvørvi við nógvum samskifti
  • Hevur áhuga ella royndir við Office 365 og Business Central (Dynamics 365), sum er ein fyrimunur

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt fulltíðarstarv við nógvari ferð
  • Eitt arbeiðspláss við góðum felagsskapi, trivnaði og dugnaligum starvsfeløgum
  • Møguleika at ávirka arbeiðsgongdir og menning í fyritøkuni

Løn sambært avtalu

Um hetta hevur vakt tín áhuga, vinaliga send umsókn til starv@pm.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 26. januar 2026.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leonu Ellefsen, HR-leiðara, á tlf. 764 625 ella telduposti leona@pm.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið