Lýsing
Vilt tú vera ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá lesandi á føroyska universitetinum?
Eitt spennandi starv sum skrivstovufulltrúi á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast til ber.
Fróðskaparsetur Føroya er í støðugari menning við nógvum spennandi útbúgvingartilboðum og einum livandi akademiskum umhvørvi. Sum skrivstovufulltrúi verður tú partur av Lestrarskrivstovuni, sum hevur avgerandi leiklut í at tryggja góða fyrisiting og tænastu kring útbúgvingartilboðini á Setrinum.
Starvsøki
Lestrarskrivstovan hevur eitt breitt arbeiðsøki, ið millum annað fevnir um:
- at leggja til rættis og avgreiða próvtøkur
- at taka móti umsóknum og skráseta nýggj lesandi
- at samskifta við lesandi og undirvísarar
- at útskriva prógv og váttanir
- umframt aðrar fyrisitingarligar uppgávur
Á Lestrarskrivstovuni arbeiða vit í felag við uppgávunum í toymum, og tú fert at taka lut í toymisarbeiðinum, umframt at tú fært ábyrgd av ávísum uppgávum. Okkara arbeiðsuppgávur verða loystar í tøttum samstarvi við avvarðandi starvsfólk úti á deildunum. Eisini arbeiða vit miðvíst við at menna okkara arbeiðsgongdir og uppgávur, og hesum arbeiðinum fert tú eisini at taka lut í.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
- hevur viðkomandi útbúgving
- hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
- hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum, skandinaviskum og enskum
- dugir bæði at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt
- ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
- nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
- hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Tú søkir starvið her
Freist
Umsóknarfreistin er 28. januar 2026.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ninnu Reinert, lestrarskrivstovuleiðara, á tlf. 299408 ella ninnar@setur.fo.
Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.
Les meira um Setrið á www.setur.fo