Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
14. januar 2026
Útgongur
28. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vilt tú vera við til at menna útbúgvingar og undirvísing á okkara føroyska universiteti?

Eitt spennandi og fjølbroytt starv sum útbúgvingarsamskipari á Fróðskaparsetri Føroya er leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast til ber.

Fróðskaparsetur Føroya er í støðugari menning við vaksandi tali av lesandi og útbúgvingum umframt øktum granskingarvirksemi. Sum útbúgvingarsamskipari fert tú at hava ein týðandi leiklut í at tryggja góðsku og framburð í útbúgvingar- og undirvísingararbeiðinum á Setrinum.

Starvsøki
Útbúgvingarsamskiparin er bindiliðið millum fakliga umhvørvið á deildunum og lestrarfyrisitingina.

Nógv samskifti er við undirvísarar, granskarar og onnur í fyrisiting Setursins.

Tú verður partur av einum virknum toymi av útbúgvingarsamskiparum á Lestrarskrivstovuni, og tínar høvuðsuppgávur fevna millum annað um:

  • at samskipa og ráðgeva í sambandi við karmar fyri útbúgving og undirvísing
  • at greina og samskipa mannagongdir, sum fremja okkara góðskutryggingarmál
  • at samskipa próvtøkur á Setrinum
  • at leggja til rættis, saman við øðrum, karmar fyri ymsu útbúgvingarnar, skeiðini og verkætlanirnar
  • at samstarva við undirvísarar, granskarar og próvdómarar

Førleikakrøv Vit vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi universitetsútbúgving
  • hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum, skandinaviskum og enskum
  • hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum umframt góð evni at samskifta
  • ert proaktiv/ur, jalig/ur og sært møguleikar fram um forðingar
  • nært ásettum málum og trívist væl við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum
  • hevur evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður
  • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Tú søkir starvið her

Freist
Umsóknarfreistin er 28. januar 2026.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ninnu Reinert, lestrarskrivstovuleiðara, á tlf. 299408, ella ninnar@setur.fo,

Um Fróðskaparsetrið Fróðskaparsetur Føroya - føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi. Les meira um Setrið á www.setur.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið