Almannaverkið
Lýsing
Eitt starv, har hvørt fet ger munin.
Um starvið
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv 40 tímar um vikuna í toyminum í Tórshavn. Starvið er til setan skjótast gjørligt og er til 09.02.2027. Møguleiki er fyri tillaging av tímunum.
Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan hjá fysioterapeutinum er at veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til borgarar í arbeiðsførum aldri, har tað við venjing ber til, heilt ella partvíst, at endurvinna mistar førleikar, ella at tálma eini møguligari afturgongd av førleikum. Málið er, at borgarin fær eitt so virkið og sjálvstøðugt arbeiðs- og heimalív sum gjørligt.