Lýsing
Heilsuhjálpari í farloyvisstarv frá 1. november 2022 til 1. september 2023 á setanarbrøki 0,8 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Endamálið við starvinum er at tryggja eina dygdargóða tænastu og røkt í samstarvi við leiðslu, bú- og starvsfólk og avvarðandi.
Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind, har málið er at stuðla undir eitt virkið og innihaldsríkt lív í egnum heimi, hóast førleikatarn.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari. Um eingin heilsuhjálpari søkir starvið, tilskilar Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sær rætt til at seta annað starvsfólk.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína útbúgving, royndir og førleikar og kanst menna teg fakliga og persónliga.
Eisini bjóða vit starvsfólkunum í NBH at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monu Mariu úr Fugloy, deildarleiðara, á tel. + 298 793440 ella við telduposti til monamariaf@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 17. oktober 2022.