Lýsing
Sóknast verður eftir vaktleiðara til Kommunalu Brennistøðina á Hjalla. Arbeiðið umfatar rakstur av brennistøð í døgnvaktarskipan umframt umvæling og røkt av útgerð, maskinum o.ø.
Førleikakrøv
Vit ynskja, at tú hevur góðan maskintekniskan førleika. Tú kann t.d. vera maskinmeistari / maskinistur, maskinsmiður, sveisari, elektrikari, bilsmiður ella líknandi, og / ella hava hóskandi viðkomandi royndir, t.d. at passa ketil- ella maskinannlegg. Tú hevur eisini koyrikort til persónbil og teldukunnleika á brúkarastigi, og tú skal duga føroyskt ella danskt í skrift og talu.
Vit ynskja ein álítandi og ágrýtnan persón við góðum samstarvsevnum, sum eisini er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Starvið verður sett 1. oktober 2023 ella skjótast til ber. Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Meira at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sjúrð Patursson, rakstrarleiðara, sjurdurp@torshavn.fo, telefon 22 22 15 ella John Erik Hansen, leiðara, johnerik@torshavn.fo, telefon 59 09 79.
Umsóknir
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Tórshavnar kommunu og vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. oktober 2022.