Lýsing
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær vit leita eftir.
Søkt verður eftir einum heilsuhjálpara ella heilsurøktara á starvsbrøki 0.6 til setan 1. november 2022 ella skjótast til ber. Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annaðhvørt vikuskifti.
Førleikar og vantanir
- Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
- Góð tvørfaklig samstarvsevnir
- Evni og áhuga at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
- Jaligheit og smidleika
- Hegni og áhuga at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran, røkt og viðgerð
Vit kunnu bjóða
- Eitt sjálstøðugt og spennandi arbeiðspláss
- Góðar arbeiðsumstøður
- Fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott samstarv við onnur fakfólk
Sarvssetan og løn: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara á Miðstøðini, tlf. 730212.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. oktober 2022 kl. 12:00.
Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2 – 512 Norðragøta, ella á teldupost: katrin@eystur.fo
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.