Lýsing
Søkt verður eftur tveimum kliniskum dygdarmennarum til Heilsu- og Umsorganartænastuna í Tórshavnar kommunu. Talan er um størv í setanarbrøki 1,0, at byrja 1. november 2022 ella skjótast tilber. Kliniski dygdarmennarin vísur til eindarleiðaran í eind 3.
Heilsu og Umsorganartænastan
Heilsu- og umsorganartænastan er skipað við Heilsu- og umsorganarstjóra, fyrisiting skipað í trimum eindum við hvør sínum eindarleiðara.
Eind 1 er ein røktareind við fýra búeindum, eind 2 er ein røktareind við trimum búeindum og einum dagtilboði og eind 3 er Heilsuhúsið, har øll tilboð og tænastur til heimabúgvandi er skipað, umframt tænastur til borgarar sum hava búpláss í heilsu- og umsorganartænastuni.
Kjarnuuppgávan er at veita eina samskipaða heildartænastu til borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering.
Í Heilsu- og umsorganartænastuni hava starvsfólkini ymiskar heilsuútbúgvingar, men eisini aðrar yrkisligar útbúgvingar. Eisini starvast ófaklærd.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar hjá einum kliniskum dygdarmennara er, at menna og tryggja tað røkt, sum verður veitt til borgaran. Ein tíðandi partur av starvinum, er at vera við røktarstarvsfólkunum hjá borgarunum – bæði nýggjum starvsfólkum og teimum sum hava arbeitt í longri tíð. Í samstarvi við leiðsluna, skipar kliniski dygdarmennarin fyri undirvísing og upplæring av nýggjum starvsfólkum í Heilsu- og umsorganarætanstuni. Eisini verður leypandi undirvísing og upplæring av verandi røktarstarvsfólkum.
Kliniski dygdarmennarin skal verða við at førleikamenna starvsfólk, bæði við sparring og undirvísing. Hetta verður gjørt bæði sum faklig undirvísing fyri starvsfólkahópum og saman við einstaka starvsfólkinum í arbeiðsstøðum inni hjá einum borgara.
Kliniski dygdarmennarin skal saman við leiðsluni menna leiðreglur, mannagongdir, undirvísingar- og kunningartilfar, soleiðis at ein dygdargóð tænasta verður veit, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku og at veita umsorgan, røkt og rehabilitering.
Førleikar
- Hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði umframt arbeiðsroyndir
- Hevur góðar KT- førleikar og koyrikort
Væntanir
- Fyrimunur at hava breiðar kliniskar royndir og vitan á sjúkrarøktarfakliga økinum
- Hevur góð evni og áhuga at miðla vitan og undirvísa í ástøði og praksis
- Kann verða ein fyrimunur at hava kliniska vegleiðara útbúgving
- Dámar fjølbroyttar og skiftandi uppgávur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- Er uppsøkjandi og forvitin og ynskir at menna tænastuna til heimabúgvandi og búfólk
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir og ynskjur at viðvirka til at styrkja tað tvørfakliga samstarvið
- Vilja og evni til at brúka reflektión sum liður í menningini
- Kann ráðgeva, vegleiða og undirvísa starvsfólkunum
- Arbeiði er høvuðsheiti um dagin, men kann eisini umfata kvøldvaktir
Vit bjóða
Eitt starv við avbjóðingum og møguleika fyri yrkisligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.
Løn og setunartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara telefon 21 52 55, teldupostur biritac@torshavn.fo
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her. Umsókn við prógvi, góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur og upplýsingar um starvsroyndir, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 12. oktober 2022.