Umhvørvisstovan
Útgivið
27. januar 2026
Útgongur
17. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum fulltrúa til Stjórnarskrivstovuna

Sum fulltrúi á Stjórnarskrivstovuni verður tín høvuðsuppgáva at tryggja, at Stjórnarskrivstovan virkar sum ein savnað, samskipandi eind, sum veitir munadygga og rættstundis tænastu, bæði innan- og uttanhýsis. Arbeiðsøkini á Stjórnarskrivstovuni eru millum annað HR, fíggjarstýring, journal, KT-rakstur, kundatænasta, húsarakstur umframt aðrar fastar og fyrifallandi uppgávur. Sum fulltrúi á Stjórnarskrivstovuni kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við HR- og samskiftisfulltrúan.

Tínar uppgávur verða millum annað at:

  • umsita starvs- og lønarviðurskifti
  • samskipa KT-rakstur og viðlíkahald
  • tryggja støðugt og neyvt journalhald
  • tryggja eitt høgt og professionelt tænastustøði í móttøkuni
  • virka fyri burðardyggum rakstri og skynsamari fíggjarstýring
  • tryggja støðuga menning á starvsfólkaøkinum
  • samskipa uppgávur innan húsarakstur og viðlíkahald
  • gera innanhýsis mannagongdir og vegleiðingar
  • samskipa ymiskar fyrifallandi uppgávur, sum verða lagdar til Stjórnarskrivstovuna

Tú kemur, saman við HR- og samskiftisfulltrúanum, at mynda Stjórnarskrivstovuna og at ganga á odda fyri at menna tænastustøðið hjá stovninum. Starvið hevur tilvísing til ovastu leiðslu.

Førleikar 
Vit ímynda okkum at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstøði frá hægri lærustovni
  • hevur kunnleika til galdandi reglur, lógir og sáttmálar í almennari starvsfólkafyrisiting
  • megnar at geva leiðsluni skikkaða vegleiðing innan starvsfólkaøkið
  • hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum bæði í talu og skrift
  • hevur viðkomandi teldukunnleika til vanligu forritini

Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk, torir at ganga á odda og leggur dent á gott samstarv. Eisini kemur tú at arbeiða á starvsfólkaøkinum, har tað er av stórum týdningi, at tú ert skipað/ur og nærløgd/lagdur í tínum arbeiði.

Tað er umráðandi at tú trívst í toymissamstarvi, og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er umráðandi, at tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, megnar at skapa yvirlit og trívst í einum skiftandi gerandisdegi við nógvum ymiskum uppgávum.

Í samlaðu metingini verða royndir við HR uppgávum, lønarviðurskiftum, journalhaldi og kundatænastu mettar sum fyrimunir.

Setan
Starvið er fulltíðarstarv. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknarfreistin er 10. februar 2026.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, sigurdj@us.fo, tlf. 234388.

Til ber at søkja starvið her.

 

Um Umhvørvisstovuna 
Umhvørvisstovan er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru- og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

sí lýsing her

Líknandi størv

4. februar 2026
Leiðari til Barnahúsið Imba   Faroe Islands nýtt
4. februar 2026
Vit sóknast eftir mennara   Faroe Islands nýtt
4. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið