Tórshavnar kommuna
Lýsing
Er tú tann vit sóknast eftir?
Brennur tú fyri eldraøkinum, og hevur tú dirvi og hegni at tryggja høga góðsku og fakliga menning í tænastunum til eldri borgarar í egnum heimi? Hevur tú gott yvirlit og dámar tær at skipa, samskipa og samstarva? So er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Vit søkja eftir einum samskipara við útbúgving og løggilding sum heilsurøktari. Setanarbrøkurin er 1,0, og starvið byrjar 15. mars 2026 ella eftir avtalu.