TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
7. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Boðalon.

Boðalon er búeind hjá 16 fólkum, sum hava demens. Á lonini veður dentur lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining og at varðveita samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin í Boðalon strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Til boðalon verður søkt eftir:

  • Heilsurøktaraá starvsbrøki 0,8 (ella eftir avtalu) til setan  novembur 2022. Starvið er í skiftandi vaktum, og arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.

Førleikakrøv

  • Prógvog góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhugaat arbeiða við fólki sum hava demens
  • Góðevni at samskifta í skrift og talu
  • Hugat arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning
  • KT-førleikaá brúkarastigi

Vit bjóða tær:

  • einyrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • góðainnleiðslu
  • eittopið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleikaat seta tín dám á og framhaldandi at menna Boðalon

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mai Dahl, deildarleiðara á Boðalon, telefon 22 67 90, ella við telduposti til maid@torshavn.fo

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her. Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. oktober 2022.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið