TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
18. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær, at staði á odda fyri Ellisheiminum og verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk sum búgva har, so er tað møguliga tær vit leita eftir, nú deildarleiðarastarvið á Ellisheiminum er leyst at søkja, við starvsbyrjan 1. desember 2022 ella eftir nærri avtalu.

Sum deildarleiðari vísir tú til eindarleiðaran, og gerst partur av deildarleiðarahópinum í Heilsu- og umsorganartænastuni sum telur 18 fólk.

Ellisheimið er 85 ára gamalt røktarheim miðskeiðis í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 húsfólk, og uml 35 starvsfólk hava sítt yrki her. Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri húsfólkið. Hetta við at arbeiða viðurkennandi og saman við húsfólkunum og avvarðandi at skapa eitt umhvørvið, har partarnir kunnu trívast og mennast. Dentur verður eisini lagdur á tvørfakligt samstarv við t.d. fysio- og ergoterapeutar, og royna vit javnan at gera ymsar aktivitetir saman við húsfólkunum.

Vit ynskja ein deildarleiðara sum bæði kann virka fyri fyrisitingarligari, starvsfólkaligari og fakligari dygd og fyri trivnaði hjá húsfólkum og avvarðandi, og fyri góðum arbeiðsumhvørvi fyri okkara starvsfólkum. Tú ert væl skipað, kanst gera neyðugar raðfestingar og varðveita yvirlitið í gerandisdegnum. Tú hevur áræði, tekur initiativ, ert álitisvekjandi og kanst virka fyri einum lærandi arbeiðsplássið.

Vit ynskja okkum ein leiðara sum hevur:

  • prógvog góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði, umframt arbeiðsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • royndirog møguliga útbúgving innan leiðslu
  • aktivaog jaliga tilgongd til fakliga menning, umframt hugflog og áræði at seta í verk og gjøgnumføra tiltøk sum støðugt skulu betra um fakligu dygdina eins væl og trivnaðin á Ellisheiminum
  • góðsamskiftis- og samstarvsevni bæði tá tað ræður um húsfólk, avvarðandi, starvsfólk og samstarvspartar
  • førleikaat arbeiða sjálvstøðugt og raðfesta í einum tíl tíðir hektiskum gerandisdegi
  • førleikaat miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga

Vit kunnu bjóða

  • eittmennandi, spennandi og avbjóðandi starv
  • innleiðsluí Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á deildini
  • fakligakompetentar og virknar starvsfelagar
  • Møguleikafyri fakligari menning

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!

Løn- og setunartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóhannu við Streym, eindarleiðara, telefon 30 20 00, ella á teldupost johannav@torshavn.fo

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli (C.V.) og møguligum viðmælum, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. oktober 2022.

Líknandi størv

9. marts 2026
Sølufólk til Posta   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið