Berglon
Lýsing
Tað er bæði spennandi og mennandi, at læra í handli.
Um tú hevur áhuga í sølu er hetta kanska júst starvið fyri teg.
Vit vænta av okkara lærlingum, og starvsfólki annars, at man m.a.:
- møtir væl upp
- er tænastusinnað/-ur
- dugir at samstarva
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, íroknað steðgir.
Skúlagongdin, í samband við lærutíðina, er í Føroyum.
FHS prógv ella búskaparbreyt krevst.
Løn sambært galdandi sáttmála.
Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skulu sendast til starv@berglon.fo.
Starvið verður sett, tá skikkaður umsøkjari er funnin.