Strandfaraskip Landsins
Útgivið
30. januar 2026
Útgongur
15. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Um starvið
Smyril hevur dagliga farleið millum Tvøroyri og Tórshavn. Siglt verður hvønn dag í vikuni,
og umstøður eru at búgva umborð. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til
galdandi ferðaætlan og farleið hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku
frí.

Høvuðsuppgávurnar hjá 1. stýrimanni eru at veita skipsleiðsluni ein skilagóðan og
tryggan rakstur og hava eftirlit við, at trygdin altíð hevur fyrstu raðfesting og er í tráð við
føroysk og altjóða krøv.  Sum partur av brúgvamanningini fert tú at arbeiða tætt saman
við dugnaligum starvsfeløgum í einum sterkum toymi, har gott samstarv og høgt fakligt
støði eru í miðdeplinum. Tú kemur at avloysa yvirstýrimannin, tá ið hann hevur forfall.

Tíni ábyrgdarøki vilja m.a. fevna um:

  • At hava ábyrgdina av arbeiðsøkinum, sum viðvíkur lossing og lasting, í tøttum
    samstarvi við yvirstýrimannin.
  • At umsita og hava eftirlit við trygdarútgerð.
  • At umsita og hava eftirlit við samskiftis- og siglingarútgerð.

Eitt starv við fyrimunum
Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er alment
starv á sjónum. Tað merkir at starvið er skipað við sáttmála, skipað frítíð, yvirtíð og
avspáking.

Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð langt frá familju og vinum.

Hetta gevur tær eitt frælsi sum einki annað arbeiðspláss á sjónum.

Formlig krøv
Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst, at tú hevur:

  • Útbúgving sum skipsførari
  • Sjóvinnubræv sum Chief mate (yvirstýrmaður) – STCW reg. II/2
  • Heilsuváttan
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3
  • Eftirútbúgving sum sjúkraviðgerði STCW A-VI/4-1, 4-2
  • GOC in GMDSS STCW reg. lV/2
  • Bátaførara  STCW A-VI/2-1
  • FRB STCW A-VI/2-2

Onnur viðkomandi krøv
Tað er umráðandi, at tú ert tænastusinnað(ur) og trívist væl í samskifti við ferðafólk, og
harumframt megnar at samskifta og vegleiða á føroyskum, donskum og enskum.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til telduskipanirnar Outlook og Pre-Master.
Vit vænta harumframt, at tú hevur góðan røkjuskap, kanst arbeiða sjálvstøðugt og dugir
væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta
eisini, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setan, løn og umsókn
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og
Navigatørfelag.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til yvirstýrimannin við at
senda ein teldupost til smyril.yvirstyrimadur@ssl.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. februar 2026.

Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum
frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólkaog farmaflutningi.

Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23
bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav
725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu
Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør. Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og
høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Líknandi størv

Móttøkufólk til Norrönu   Faroe Islands nýtt
3. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið