Almannaverkið
Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt starv 20 tímar um vikuna at seta 01.03.2026 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Á Sambýlinum Smærugøta 29 búgva fimm fólk við menningartarni og sálarligum avbjóðingum.
Høvuðsuppgávan er at bjóða búfólkunum ein skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag, har virkað verður fyri, at tey fáa neyðugan stuðul og umsorgan, samstundis sum tey fáa upplivingar í gerandisdegnum og í frítíðini.