Lýsing
Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum og eldhugaðum samskipara til eitt spennandi barnsburðarfarloyvisstarv. Sum tilbúgvingarsamskipari fert tú at hava ábyrgd av at menna og styrkja leiklutin hjá Reyða Krossi í føroysku tilbúgvingini, bæði strategiskt og praktiskt.
Um starvið
Royndir frá seinastu árum (eitt nú undir koronukreppuni og móttøkuni av flóttafólki) hava víst, at Reyði Krossur Føroya, við sínum eldhugaðu sjálvbodnu, hevur ein týðandi leiklut í kreppustøðum, har tørvur er á menniskjaligum stuðli, sum ískoyti til og í samstarvi við myndugleikarnar.
Reyði Krossur sóknast tí nú eftir ein tilbúgvingarsamskipara, sum skal arbeiða við at víðarimenna og styrkja tilbúgvingina hjá felagsskapinum.
Sum tilbúgvingarsamskipari kemur tú at arbeiða bæði strategiskt og praktiskt við at byggja upp eitt sterkari og meira skipað tilbúgvingararbeiði í Reyða Krossi Føroya. Tú verður við til at byggja grundarlagið, menna rammurnar og samskipa samstørvini, soleiðis at Reyði Krossur Føroya er enn betri fyrireikað at stuðla, tá samfelagið er undir trýsti.
Starvið krevur, at tú dugir væl at arbeiða tvørfakligt, ert skipað/ur og hevur evni at stuðla og motivera sjálvboðin í einum felagsskapi, sum byggir á samstarv, álit, fleksibilitet og ágrýtni. Alt arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við bæði leiðslu, sjálvboðin og viðkomandi partar.
Arbeiðið fevnir m.a. um
- At greina, kanna og gera yvirlit yvir verandi støðu og tørv innan tilbúgvingararbeiðið.
- At arbeiða við strategiskari menning av tilbúgvingarrammunum og -ætlanunum hjá Reyða Krossi Føroya.
- At uppbyggja og menna samstørv og samskipan við viðkomandi myndugleikar og aðrar partar.
- At veita sparring og ráðgeving til sjálvboðin og leiðslu í samsvari við avtalaðar arbeiðsrammur.
- At arbeiða við samskipan og førleikamenning av sjálvbodnum.
- At samskipa átøk, so sum venjingar og temadagar, og eftirmetingar av hesum.
- Aðrar fyrifallandi uppgávur, eitt nú innkeyp av útgerð og tilfari.
Vit leita eftir tær, sum
- Hevur eina breiða fatan av tilbúgving og kreppuhandfaring
- Dugir at byggja upp og menna nýggj átøk.
- Trívist við at taka ábyrgd og arbeiða í einum dynamiskum felagsskapi, har ferðin ofta er høg, og har tað av og á kann vera neyðugt at taka eitt eyka tak.
- Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað, og hevur góð evni at skapa yvirlit, struktur og samanhang.
- Dugir væl at samstarva og samskifta við ymiskar partar – bæði fakfólk og sjálvboðin.
- Hevur grundleggjandi KT førleikar.
- Ert væl fyri bæði munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum.
- Hevur áhuga og brennur fyri humaniterum arbeiði.
Tað er harumframt ein fyrimunur, um tú
- Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan tilbúgving, kreppuhandfaring, verkætlanar- ella humaniterum arbeiði.
- Hevur royndir við samstarvi við myndugleikar og aðrar aktørar innan tilbúgving ella kreppuhandfaring.
- Hevur royndir við sjálvbodnum arbeiði.
Vit kunnu bjóða tær
Eitt spennandi, fjølbroytt og meiningsfult starv, har tú verður partur av dagliga arbeiðinum hjá Reyða Krossi. Tú fær møguleika at menna teg fakliga, m.a. gjøgnum skeið, netverking og samstarv við aðrar aktørar, bæði altjóða og lokalt.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, men tað er møguligt at arbeiða niðursetta tíð, um tað er ynskiligt.
Løn sambært avtalu.
Í Reyða Krossi leggja vit dent á at vera eitt mennandi og meiningsfult arbeiðispláss, og vit bjóða fleksiblar arbeiðsrammur og møguleika fyri at arbeiða heimanífrá.
Talan er um ein barnsburðarfarloyvisstarv at byrja 1. mars ella sum skjótast hareftir.
Umsókn
Send eina umsókn og lívsrensl til starv@redcross.fo í seinasta lagi tann 18.februar 2026.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara, á sigridz@redcross.fo.
Um Reyða Kross
Í Reyða Krossi eru vit saman um at hjálpa. Reyði Krossur Føroya virkar fyri at hjálpa, har ið neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin. Meir enn 400 sjálvboðin eru regluliga virkin í Reyða Krossi Føroya í m.a. vitjanartænastu, samarittum, integratión og endurnýtslu. Alt arbeiðið hjá Reyða Krossi byggir á aðalreglurnar: at vera menniskjalig, ópartísk, uttanveltað, óheft, sjálvboðin, ein eind og at vera algildug. Les meira um Reyða Kross á www.redcross.fo