Lýsing
Ert tú maskinmeistari ella maskinist og leitar eftir húsavarðastarvið?
Tórshavnar kommuna søkir eftir einum húsavørði við maskinist-/maskinmeistaraútbúgving til miðøkið hjá Bygningsrakstri at byrja sum skjótast, ella eftir nærri avtalu.
Tú verður partur av toyminum í miðøkinum við dugnaligum húsavørðum, har vit leggja dent á fakligan kunnleika, virðing fyri hvørjum øðrum og gott samstarv.
Tú fært ábyrgd av húsavarðauppgávunum á Boðanesheiminum, har tú partvíst sjálv/-ur leggur arbeiðini til rættis og hjálpir annars til á øðrum bygningum eftir tørvi.
Í miðøkinum starvast ein formaður og 10 húsavørðar.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144840