Føroya Politi
Útgivið
3. februar 2026
Útgongur
22. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.
Vit skulu hava ein nýggjan starvsfelaga, sum trívist í einum ferðmiklum gerandisdegi, har vit loysa okkara føstu arbeiðsuppgávur og hjálpast at, tá á stendur.

Um starvið:
Sum starvsfólk í Borgaratænastuni verður tú ein týdningarmikil partur av Føroya Politi.
Tú fært eitt fjølbroytt starv við skiftandi arbeiðsuppgávum. Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um avgreiðslu av passkundum, útlendingamálum, revsiváttanum, loyvum, skráseting av málum, telefonavgreiðslu og ymiskum fyrifallandi arbeiði.

Tú kemur at sita í einum lívligum stórrúms kontóri, har tað er nógv samband við bæði starvsfelagar og borgarar, og har tað verður dentur á eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Starvið er eitt eitt ára fyribilsstarv, og starvsstaðurin er á politistøðini í Tórshavn.

Um teg:
Vit leita eftir einum starvsfelaga, sum trívist við fyrisitingarligum uppgávum, hevur eyga fyri smálutunum og sum tekur ábyrgd. Tú dugir væl at skipa tín arbeiðsdag og tínar arbeiðsuppgávur, og tú skilir týdningin av at hava yvirlit, eisini tá nógvir bóltar eru í luftini.
Tú trívist væl við føstum arbeiðsuppgávum og mannagongdum, men tú ert eisini til reiðar til at taka eitt eyka tak. Tú ert ein virkin partur í samstarvinum í toyminum og tú hjálpir fegin einum starvsfelaga, tá tað er neyðugt.

Vit síggja fyri okkum, at tú:

  • Hevur skrivstovuútbúgving ella líknandi førleikar
  • Hevur góð evnir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum bæði munnliga og skrivliga
  • Ert von/vanur við at arbeiða við KT-skipanum og hevur hug til at læra nýggjar skipanir at kenna
  • Trívist við bundnum uppgávum, men at tú eisini ert klár/ur til at loysa átroðkandi uppgávur
  • Hevur góð samstarvsevnir og eina jaliga tilgongd til arbeiðið

Viðkomandi starvsroyndir innan almenna geiran er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Vit syrgja fyri góðari upplæring og kunning til bæði arbeiðsuppgávur og tær ymsu skipanirnar, sum vit brúka.

Lønar- og setanartreytir verða ásettar eftir galdandi HK sáttmála. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna, og tú kemur at starvast á politistøðini í Tórshavn.

Tín setan er treytað av, at tú verður trygdargóðkend/ur av PET, og tú kanst varðveita góðkenningina alt setanarskeiðið.

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 22. februar 2026. Skjølini skulu sendast í pdf-formati til: fo-personalekontor@politi.dk

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tinu Remberg, deildarleiðara í Borgaratænastuni, tlf. 792335.

Vit eggja øllum áhugaðum til at søkja starvið óansæð aldur, kyn, átrúnað ella etniskan uppruna

 

DK:
Færøernes Politi søger en ny kollega til Borgerservice

Er du serviceminded, kan du lide at arbejde med borgerkontakt, og formår du at håndtere flere opgaver på én gang? Så er det måske dig, vi søger til vores stærke team i Borgerservice.

Vi søger lige nu en administrativ medarbejder, der trives i en hverdag, hvor vi både løser faste opgaver og hjælper hinanden, når noget uforudset opstår.

Om stillingen
Som administrativ medarbejder i Borgerservice bliver du en central del af Færøernes Politi. Du vil få en alsidig stilling med vekslende arbejdsopgaver, hvilket blandt andet omfatter ekspedition af pasansøgere, udlændingesager, straffeattester, tilladelser, sagsregistrering, telefonbetjening samt diverse ad hoc-opgaver.

Du kommer til at sidde i et mindre storrumskontor, hvor der er meget liv og kontakt med både borgere og kollegaer. Selvom vi sidder tæt, prioriterer vi både faglighed og et godt arbejdsmiljø.

Stillingen er et et-årigt vikariat, og du bliver en del af teamet i Borgerservice. Arbejdsstedet er på politistationen i Tórshavn.

Din profil
Vi søger en kollega, der trives med administrative opgaver, har øje for detaljen og tager ansvar for sine opgaver. Du har en struktureret tilgang til dit arbejde og forstår vigtigheden af at sikre kvalitet og overblik –også når der er mange opgaver i spil på én gang.

Du har det godt med faste opgaver og rutiner, men er samtidig klar til at tage fat på det, der dukker opundervejs. Du bidrager aktivt til samarbejdet i teamet og hjælper gerne en kollega, når der er brug for det.

Vi forestiller os, at du:

  • Har en kontoruddannelse eller tilsvarende kvalifikationer
  • Gode kommunikationsevner på færøsk, dansk og engelsk – både mundtligt og skriftligt
  • Er systematisk og har god sans for struktur og dokumentation
  • Er vant til at arbejde med IT og har lyst til at lære nye systemer
  • Trives med rutineopgaver, men er også klar til at løse det uforudsete, når det opstår
  • Er serviceminded, ansvarsfuld og har en positiv tilgang til samarbejde

Erfaring fra en offentlig myndighed er en fordel – men ikke et krav. Vi sørger for en grundig oplæring og introduktion til både opgaver og systemer.

Løn- og ansættelsesvilkår
Du ansættes efter den til enhver tid gældende HK overenskomst. Stillingen er på fuld tid og med arbejdssted på politistationen i Tórshavn.

Det er en forudsætning for ansættelse, at du kan blive sikkerhedsgodkendt, ligesom du skal kunne opretholdesikkerhedsgodkendelsen under hele din ansættelse.

Kontakt og ansøgning
Skriftlig ansøgning med CV og relevante dokumenter skal sendes til: fo-personalekontor@politi.dk. Ansøgningsfristen er søndag 22. februar 2026. Dokumenterne skal være i pdf-format.

Har du spørgsmål til stillingen, er du velkommen til at kontakte Tina Remberg, afdelingsleder i Borgerservice, på tlf. 792335.

Vi opfordrer alle interesserede uanset alder, køn, religion eller etnisk tilhørsforhold til at søge stillingen

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið