Lýsing
Vit sóknast eftir
- Heilsurøktara, heilsuhjálpara og hjálparfólki í fast starv til Heimatænastuna at byrja skjótast til ber. Setanarbrotið verður eftir avtalu.
- Heilsuhjálpara í barsilsfarloyvistarv frá 1. mars til 31. desember 2026 á setanarbroti 0,75.
- Heilsurøktara, heilsuhjálpara og hjálparfólk í tímalønt starv til Heimatænastuna at byrja skjótast til ber. Setanarbrotið verður eftir avtalu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum dag, kvøld og annaðhvørt vikuskifti.
Arbeiðið fevnir um
At veita dygdargóða røkt, stuðul og umsorgan til heimabúgvandi borgarar. Arbeiðið verður gjørt útfrá tørvsmeting, og arbeitt verður miðvíst og rehabiliterandi.
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, fer í næstum í gongd við heimarehabilitering, og verður tú ein partur av hesum. Tí er umráðandi, at tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum og harvið ymiskar arbeiðsuppgávur frá degi til dags.
Førleikakrøv og karmar
Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, men tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki hevur eina av hesum útbúgvingum. Royndir innan rehabilitering og demensøkið kunnu vera fyrimunir.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, og hevur hug og hegni til at arbeiða heima hjá borgarum í Norðoyggjum og soleiðis stuðla teimum í at búleikast heima sum longst. Somuleiðis verður væntað, at tú ert arbeiðssom/-samur, trúføst/-fastur og ábyrgdarfull/-ur.
Vit kunnu bjóða tær eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum og góðum starvsfeløgum, sum tú kanst sparra við.
Fyri at stuðla undir tína heilsu, bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF og Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðarar, á tel. 793470 ella við telduposti á perj@nbh.fo.
Skrivlig umsókn, við avritum av møguligum prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík, ella við telduposti til nbh@nbh.fo.
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 23. februar 2026, harafturat tekur NBH sær loyvi at seta skikkað fólk so hvørt umsóknirnar koma.