Lýsing
Kom og ver við at skapa framtíðina á barna- og ungdómsøkinum í Kaldbak!
Hevur tú dirvi og hegni til námsfrøði, har leiðsluuppgávur og ábyrgd eru ein partur av arbeiðsdegnum? Hevur tú hug at gera mun? At skapa ein tryggan, fjølbroyttan og mennandi gerandisdag saman við børnum og ungum í Kaldbak? So er starvið sum varaleiðari vónandi júst fyri teg!
Vit sóknast eftir einum varaleiðara í fast starv til Flatnagarð og ungdómshúsið Flatnakrók frá 1. mars 2026 ella skjótast til ber.
Eisini hevur stovurin tørv á hjálparfólki, og verður tú partur av einum áhugaverdum stovni, ið er staðsettur millum fjøll, fjøru og bústaðir. Tú kemur veruliga at fáa møguleikan at gera mun fyri hvørt einstakt barn á stovninum. Starvið sum hjálparfólk er fram til 15. juli 2026.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu